Fyrrverandi amerikanski forsetin, Donald Trump, varð í kvøld stevndur av eini einmæltari kongress kanningarnevnd at møta hjá nevndini at svara spurningum í sambandi við álopið á amerikonsku kongressina 6. januar 2021.
Hetta er bara hent nakrar fáar ferðir í amerikanskari søgu áður. Avgerðin at stevna Trump var tað seinasta, sum hendi undir hoyringini í kvøld. Nú er so upp til Donald Trump, um hann ynskir at møta nevndini. Hann kann ikki tvingast til tað.
![]()
Ynskir hann ikki at møta eins og meira enn 30 høgstandandi embætismenn frá hansara tíð í Hvítu Húsunum hava gjørt, so hevur kanningarnevndin møguleika at fáa Umboðsmannatingið at stevna hann at møta har at svara spurningum. Men hetta kann ikki henda fyrr enn eftir miðvalini í november og eftir at nýtt umboðsmannating hevur tikið við fyrst í januar. Og tá er møguleiki fyri, at republikanski flokkurin og Trump hava meirilutin og tá rætt og slætt steðga øllum framhaldandi kanningum. Enn er púra óvist, hvør fer at vinna tað valið.
![]()
Trump kann eisini velja at møta í kanningarnevndini og brúka hetta høvið til at reinsa seg sjálvan og til at skapa sær og republikanska flokkinum umrøðu.
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald