
Í dag finst tíverri ikki nøkur góð viðgerð at bjóða kvinnum fyri at fyribyrgja, at tær missa børn í móðurlívi, men kemur nýggj læknafrøðilig vitan fram um fyribyrgjandi viðgerð á økinum, sum viðførur broytingar í mannagongdunum í okkara grannalondum, verða mannagongdirnar eisini broyttar í Føroyum.
Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum í svari til fyrispurning hjá Liljuni Weihe, tingkvinnu fyri Tjóðveldi.
Liljan Weihe vildi hava at vita, hvørjar mannagongdir eru galdandi í sambandi við sonevndar spontanar abortir, nær kvinnur í Føroyum fáa bjóðað hjálp, hvat verður gjørt fyri at fyribyrgja spontanar abortir, og um ætlanir eru um at broyta mannagongdirnar.
Stoffskiftissjúkur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til, at kvinnur afturvendandi missa barnið í móðurlívi. Um illgruni er um hetta, eftir at ein kvinna hevur havt spontanar abortir, verður kvinnan kannað fyri stoffskiftissjúku. Eisini verða kvinnur, sum áður hava havt spontanar abortir, bjóðaðar eina skanning tíðliga í viðgongutíðini, sigur landsstýriskvinnan.
– Í Føroyum fylgir Sjúkrahúsverkið mannagongdini hjá DSOG, (Dansk Selskab for Obstetrik og Gynækologi), har tað m.a. verður gjørd ein størri útgreining eftir tríggjar spontanar abortir. Tá verður gjørd ein víðkað kanning við blóðroyndum og kromosomkanningum, umframt ein gynækologisk kanning.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald