Uttanlands

– 34 amerikanskir hermenn fingu skaða í høvdið undir álopinum

Pentagon boðar frá, at fleiri amerikanskir hermenn hava fingið staðfest heilskjálvta eftir álopið á Al-Asad herstøðina 8. januar

Mynd: Ritzau

Mynd: Ritzau

2020-01-25 13:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

34 amerikanskir hermenn hava fingið staðfest skaða í høvdinum, eitt nú heilaskjálvta, eftir álopið á eina herstøð í Irak 8. januar, upplýsir amerikanska verjumálaráðið, Pentagon.

130 danskir hermenn vóru eisini staddir á Al-Asad herstøðini undir álopinum, men eingin av teimum fingu nakran skaða, skrivar TV2.

Fyrst boðaði amerikanski herurin eisini frá, at eingin av hermonnum teirra hevði fingið skaða. Seinni varð upplýst, at 11 amerikanskir hermenn høvdu fingið viðgerð, eftir at teir høvdu víst heilaskjálvtaeyðkenni, og nú verður boðað frá, at talið er komið upp á 34.

Meginparturin av donsku hermonnunum, sum vóru staddir á Al-Asad-støðini, eru í løtuni í Kuwait. Talan er um uml. 100 hermenn, sum vórðu fluttir eftir álopið. Restin vórðu verandi á Al-Asad-støðini, har teir hava fingið til uppgávu at verja partar av støðini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder