Meginparturin av teimum, sum vórðu funnin deyð í ukrainska býnum Butja, eru dripin av skotum, upplýsir lokala løgreglan.
– 95 prosent av persónunum vóru dripnir av sniðskjúttum ella dripnir við skotvápnum, sigur Andrij Nebitov, økisleiðari hjá løgregluni í Kyiv sambært Ritzau.
– Fólk vórðu bara skotin í gøtunum undir russisku hersetingini. Tað er ein staðfesting. Í 21. øld er tað ómøguligt at fjala slík brotsverk. Har eru vitnir og kameraupptøkur.
Sambært lokalum myndugleikum eru yvir 400 sivilfólk funnin dripin í Butja, eftir at russiski herurin fór úr býnum 30. mars. Butja er ein forstaður til Kyiv, og russarar høvdu valdið í býnum í ein mánað.
Ukrainska løgreglan upplýsir eisini, at tilsamans 900 sivilfólk eru funnin dripin nærindis ukrainska høvuðsstaðin Kyiv.
Fólk í sivilklæðum vóru síðani funnin deyð á gøtunum, har summi teirra vóru bakbundnir. Síðani eru fleiri hópgrøvir eisini komnar undan kavi.
Rættarlæknar úr Fraklandi hava í fleiri dagar arbeitt við at kanna og eyðmerkja líkini í hópgrøvunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald