Uttanlands

– Afganistan er mest kvinnukúgandi landið í heiminum

Tað sigur ST í sambandi við altjóða kvinnudagin í dag

Í Afganistan sleppa kvinnur ikki longur at fáa sær hægri útbúgving (Mynd: EPA)

Í Afganistan sleppa kvinnur ikki longur at fáa sær hægri útbúgving (Mynd: EPA)

2023-03-08 12:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Afganistan er tað mest kvinnukúgandi landið í heiminum. 

Tað sigur ST í sambandi við altjóða kvinnudagin í dag sambært Ritzau.

Sambært ST-sendifólki í Afganistan, hevur tað verið ørkymlandi at sæð skipaðu átøkini, sum hava til endamáls at skumpa kvinnur og gentur í landinum úr almenna rúminum, síðan Taliban-stýrið tók valdið aftur í landinum í 2021.

Í dag eru kvinnur í Afganistan í roynd og veru avmarkaðar til at vera heima við hús. Tær sleppa ikki at vera í eitt nú viðarlundum, venjingarmiðstøðum og undirhaldsgørðum.

Kvinnur í Afganistan sleppa heldur ikki at longur fáa eina hægri útbúgving, og eru tær eisini trýstar úr stórtsæð øllum pørtum av arbeiðsmarknaðinum. Eisini eru serlig krøv til, hvussu kvinnur skulu vera ílatnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder