1. mai fer Icelandair undir regluliga flúgving millum Føroyar og Ísland. Flogið verður millum Vágar og Keflavík 5-6 ferðir um vikuna fram til síðst í oktober, og áhugin fyri nýggju flogrutuni hevur verið stórur, segði Guðni Sigurðsson, samskiftisleiðari hjá Icelandair, tá Portalurin tosaði við hann um vikuskiftið.
– Vit hava merkt ein stóran áhuga í Íslandi og serliga í USA, har vit hava gjørt nógv burturúr at kunna um Føroyar sum ferðamál, sigur hann.
Um vikuskiftið vitjaði eitt ferðalag hjá Icelandair í Føroyum fyri at kunna um nýggju flogrutuna. M.a. varð skipað fyri familjutiltaki í SMS. Í Føroyum var eisini ein amerikanskur journalistur, sum var komin at kunna seg um, hvat Føroyar hevur at bjóða uppá sum ferðamál.
– Afturmeldingarnar hava verið sera góðar, og vit halda, at nýggja flogrutan hjá okkum verður kærkomin hjá amerikanarum og kanadiarum, sigur Guðni Sigurðsson.
Við nýggju rutuni hjá Icelandair, sum í summar fer at flúgva til 17 ymisk ferðamál í USA og Kanada, verður lættari at ferðast millum Føroyar og Norðuramerika. Í løtuni flýgur Icelandair til m.a. New York City, Boston, og Seattle í USA, og Vancouver í Kanada. Frá í summar fer flogfelagið eisini at flúgva til Halifax í Kanada og Pittsburgh í USA.
Atlantsflog flýgur longu millum Vágar og Keflavík, men Icelandair metir eftirspurningin vera so stóran, at tørvur verður á 5-6 flogferðum afturat um vikuna í tíðarskeiðnum mai - oktober. Flogførini, sum Icelandair fer at flúgva við, eru tó minni enn tey hjá Atlansflogi - tey hava pláss fyri 76 ferðafólkum.
– Vit hava eisini eitt sonevnt “stop-over tilboð”. Tað merkir, at tá tú eitt nú flýgur millum New York City og París, kann tú steðga í Íslandi í upp til sjey dagar á vegnum, uttan at tú skal rinda fyri eina eyka flogferð. Hendan skipanin hevur verið væl umtókt, og um fólk eru áhugað í at steðga á í Íslandi á ferð millum Norðuramerika og Evropa, er sannlíkt, at fólk eisini eru áhugað í at vitja Føroyar á leiðini, greiðir Guðni Sigurðsson frá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald