Innanlands

– Allir sjúkrarøktarfrøðingar eru kærkomnir

Bert tveir av 15 sjúkrarøktarfrøðingum úr Filipsoyggjum hava loyvi at arbeiða við fakinum í Føroyum – Felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar úr Filipsoyggjunum í Norðurlondum hevur verið á fundi við Heðin Mortensen, borgarstjóra í Tórshavnar kommunu

2021-07-11 14:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Tórshavnar kommuna: Í Føroyum eru 15 sjúkrarøktarfrøðingar úr Filipsoyggjunum, men bara tveir teirra hava loyvi at arbeiða við fakinum í Føroyum. Hetta vil Manilyn Jacobsen gera nakað við.

Hon kom sjálv til Føroya fyri nøkrum árum síðani og er ein av tveimum sjúkrarøktarfrøðingum út av 15 úr Filipsoyggjunum, sum í dag kunnu brúka sínar førleikar í Føroyum.

Felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingar úr Filipsoyggjunum í Norðurlondum hevur í hesum sambandi verið á fundi við Heðin Mortensen, borgarstjóra.

Saman við Floro Cubelo, forseta í felagnum, og Cristal Tolosa Warburg, varaforseta í felagnum, greiddi Manilyn Jacobsen frá hesum møguleikanum hjá Tórshavnar kommunu at fáa skikkað starvsfólk til eitt øki, sum hevur sera stóran tørv á starvsfólkum við góðum og væl vandum hondum.

Til tess at virka sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum krevst ein løggilding. Heilsuøkið er danskt málsøki, so løggildingin kemur frá donsku heilsumyndugleikunum. Og tað hevur riggað væl at fingið teir báðar sjúkrarøktarfrøðingarnar løggildar, sum í dag kunnu arbeiða við fakinum í Føroyum.

Tað er Setrið, sum hevur staðið fyri at geva teimum báðum sjúkrarøktarfrøðingunum neyðugu skeiðini, sum gera, at tær nú kunnu arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingar í Føroyum.

Og nú vil Manilyn, at eisini hinir sjúkrarøktarfrøðingarnir úr Filipsoyggjunum kunnu brúka sínar førleikar, her teir búgva. Tað eru eisini sjúkrarøktarfrøðingar úr øðrum londum, sum ikki fáa brúkt útbúgvingina í Føroyum, og samlað vita tey um 21 fólk í Føroyum, sum kunnu fáa løggildingina at virka sum sjúkrarøktarfrøðingar.

Setrið arbeiðir nú við møguleikanum at seta saman eina útbúgvingarskrá, so øll hesi fólkini kunnu fáa løggildingina, sum gevur teimum rættin til at brúka sínar førleikar í Føroyum.

- Vit taka ímóti hesum við opnum ørmum, og tit skulu vita, at hvør einasti sjúkrarøktarfrøðingur er kærkomin í Tórshavnar kommunu. Tit búgva í Føroyum og hava góðar førleikar. Vit vilja hjálpa tykkum, so tit fáa løggildingina, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, við Manilyn og felagið, sum vil hjálpa sjúkrarøktarfrøðingunum at fáa neyðugu løggildingina.

Tað er umráðandi at seta inn málsliga eisini, og her takkaði Manilyn borgarstjóranum fyri at taka allar fyrstu stigini at læra útlendingar í Føroyum føroyskt. Tað var í 2014, og Manilyn var sjálv við á fyrsta skeiðinum, sum Kvøldskúlin skipaði fyri. Nú lesur hon MA í heilsuvísindum á Setrinum.

Heðin Mortensen lovaði, at verður eitt skipað tilboð til sjúkrarøktarfrøðingarnar, so teir fáa neyðugu løggildingina, so skal tað ikki standa á hjá teimum at koma í starvsvenjing hjá Tórshavnar kommunu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder