Innanlands

- Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi

Tað er ikki rætturin hjá børnum, ið samtykta málið snýr seg um, skrivar løgtingsformaðurin, ið óttast avleðingarnar av tí. Hann finnst í skrivi hvassliga at lógini.

Jógvan á Lakjuni til løgtingsfundin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Jógvan á Lakjuni til løgtingsfundin í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2021-12-21 16:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Í kjakinum um sammøður verður aftur og aftur endurtikið, at tvær konur, sum liva saman, skulu hava somu rættindi sum maður og kona. Men hví verður einki tosað um tey sjálvsøgdu manna-RÆTTINDINI hjá børnunum?BarnaRÆTTINDAsáttmálin hjá ST ásetir, at børn hava rætt til síni egnu foreldur og at fáa umsorgan frá teimum.

Soleiðis byrjar Jógvan á Lakjuni ein Facebook-post í dag. Fólkafloksmaðurin og Løgtingsformaðurin hevur verið mitt í rokanum seinastu vikuna, har málið um sammóður og politiskt rok hevur fylt nógv.

Tað er eingin ivi um, at løgtingslimurin- og formaðurin er ímóti uppskotinum, og serliga tí hátti sum tað er sett upp uppá - og hvat, sambært honum, verður gloymt í hesum:

- Grundleggjandi spurningurin um rættin hjá børnum til at kenna sítt upphav er fullkomiliga ignoreraður í øllum kjakinum um sammóður. Alt gongur út uppá, at vaksin skulu hava síni rættindi. Nú er lóggivið fyri, at tvær konur gerast fullgild "foreldur" - meðan pápin verður útilokaður og avskrivaður.

Víst verður á, eitt barn fer ikki at kunna hava bæði ein pápa og eina sammóður, og at tað harvið verður gjørt faðirleyst og lóliga ikki kann leita fyri at finna útav, hvør pápi sín er. Harvið hevur pápin ongar skyldur, samstundis sum eingin rættindi, og hetta er púra burturvið, skrivar Jógvan á Lakjuni.

- Sambandið millum mammu, pápa og barn er er nakað heilt serligt og púra ólíkt øllum øðrum sambondum.  Børn hava ein viðføddan og grundleggjandi rætt til sína egnu mammu og sín egna pápa. Hvørki mamma ella pápi eru óneyðug.

Børn eru ein gáva, ikki eini rættindi. Tað kann aldri verða ein rættur hjá vaksnum tilætlað at skaffa sær faðirleys ella móðurleys børn, og tað er ein mentanarlig katastrofa, tá ið sáð og egg, donorar og surrogatmøður á barnamarknaðinum verða javnsett við mammu og pápa.

Seint í skrivinum kemur løgtingsformaðurin Jógvan á Lakjuni inn á, at eftir handara meting, fer henda ideologiin at fáa óyvirskoðiligar avleiðingar fyri sýnið upp á mannavirði og børn, upp á relatiónir og skyldskap, upp á foreldraskap og hjúnalag - eisini skrivar hann, at orð sum javnstøða, diskriminering og javnstøða í hesum førum bert eru galdandi hjá teimum vaksnu.

Tvey landstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir og Jacob Vestergaard, søgdu sessin frá sær, fyri at koma í Løgtingið at atkvøða ímóti sammóður-uppskotinum hjá andstøðuni. 


Til ber at lesa alt skrivið her 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder