2022-03-07 13:58
Í Ukraina vita tey av, at alt stríðið kann fáa ein enda, um tey gera tað, sum Russland krevur.
Tað sigur Dmitri Peskov, talsfólk hjá russisku stjórnini.
Hann sigur eisini, at Russland ikki ynskir at krevja meira land frá Ukraina, og at russiski herurin fer at gevast við at skjóta, um Ukraina gongur krøvunum á møti.
Sambært tíðindastovuni Reuters eru krøvini hjá Russlandi hesi:
- Hernaðarliga virksemið hjá Ukraina skal steðga
- Ukraina skal broyta stýriskipanina fyri at varðveita neutralitetin
- Ukraina skal viðurkenna Krim-hálvoynna sum russiskt øki
- Ukraina skal viðurkenna Donetsk og Luhansk sum sjálvstøðug øki
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald