Amerikanska sendistovan í Moskva heitir á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Russlandi alt fyri eitt.
Orsøkin er kríggið í Ukraina, og at trygd teirra er í vanda. Amerikanarar eru fyri mismuni og verða tilvildarliga handtiknir og verða afturhildnir av órøttum, sigur sendistovan sambært Reuters.
Amerikanska sendistovan vil m.a. vera við, at amerikanarar eru fyri mismuni í russisku rættarskipanini. M.a. eru teir handtiknir undir følskum skuldsetingum, dømdir á loyniligum rættarfundum ella uttan verulig prógv.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at amerikansku myndugleikarnir heita á amerikanskar ríkisborgarar um at fara úr Russlandi ella frámælir teimum at ferðast til landið í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina. Seinast hetta hendi var í september, eftir at russiski forsetin, Vladimir Putin hevði boðað frá, at fleiri herfólk fóru at verða send til Ukraina.
Sambært Moscow Times verður eisini ávarað um, at amerikanskir ríkisborgarar, sum eisini hava russiskan ríkisborgaraskap, eru í vanda fyri at verða tvungnir í hertænastu fyri russiska herin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald