USA heldur framvegis, at amerikonsk yvirtøka av Grønlandi er einasta loysnin fyri at handfara "langtíðar trygdarváðar" viðvíkjandi Grønlandi, sigur ónevnt amerikanskt embætisfólk undan Nato-toppfundinum, sum verður í Ankara týsdagin og mikudagin.
– Vit halda framvegis, at tað er besti hátturin at handfara verjutørvin hjá Nato viðvíkjandi Grønlandi, sigur embætisfólkið, sum leggur afturat, at amerikanski forsetin, Donald Trump leitar eftir einari varandi loysn á økinum.
– Sum tað sær út nú, er einasta loysnin, vit eru komin fram til, at USA skal yvirtaka Grønland, sigur embætisfólkið sambært Ritzau.
Undirstrikað verður tó, at aðrir møguleikar eisini verða kannaðir.
Donald Trump hevur fleiri ferðir tosað um at yvirtaka Grønland m.a. av trygdarávum, men bæði Grønland og Danmark hava boðað frá, at tað ikki er ein møguleiki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald