
- Eg má hóast verandi ósemjur um illoyalitet og ósemjur um etisku málini, taka sitandi samgongu í forsvar fyri at hava verið handlikraftiga og framt nógv góð politisk mál og verkætlanir.
Soleiðis byrjar Jóhan Dahl, ið ikki er at rokna sum partur av samgonguni, so leingi Jenis av Rana er í henni, eitt lesarabræv í dag, sum hevur heitið "Aksel og Høgni - ímyndin av størsta politiska samgonguruðuleika nakrantíð". Hann er framvegis partur av Sambandsflokkinum - hann atkvøddi við aðru og triðju viðgerð í málini um sammóður.
Les eisini: Jóhan Dahl tikið seg úr samgonguni
Jóhan Dahl nýtir tó nógv meira tíð og pláss at finnast at útsagnunum hjá andstøðuni í kjalarvørinum av málinum og um politisku støðuna í høvuðsheitinum.
- Andstøðuleiðararnir og fólk í andstøðuni sýnast at hava eitt sera stutt politiskt minni, tá tey nú fyri tíðina so bragdliga trína fram í miðlunum og ferð eftir ferð tosa um kaos og nýval.
Hann metir ikki, at retorikkurin hevur verið eftirfarandi, og at tey, sum hava fylgt við í politikki seinastu mongu árini vita, at tað ikki samsvarar við veruleikan. Síðani hevur Jóhan Dahl nøkur dømi um, hvussu stórur ruðuleikin var, tá fyrrverandi samgongan, við Akseli Johannesen sum løgmanni, ráddi fyri borgum:
- Vit minnast øll, hvussu langa tíð tað tók Tjóðveldi at koma við einari nýggjari fiskivinnulóggávu og tá hetta misfostur eftir fleiri ár kom í gildi, ja so vrakaði veljarin táverandi samgongu og henda nýggja samgongan kom til. Talan var um drál av ringasta slag og politiskar ósemjur undir øllum samgonguskeiðnum um, hvussu fiskivinnan skuldi skipast framyvir. Tann politiska tilgongdin sá alt annað enn vøkur út.
- Vit minnast rok og valdskampar í Tjóðveldi.
- Vit minnast, at Tjóðveldi ikki flutti nakað sum helst á sjálvstýrisleið tey fýra árini í samgongu - onki. Bara rok á hesum økinum.
- Vit minnast málið viðvíkjandi Glasir og eykajáttanir til løgur - rok og vantandi upprudding í hesari byggiverkætlanini. Her hevði Javnaðarflokkurin málsøkið um hendi.
- Vit minnast rokið innanhýsis í Javnaðarflokkinum, har Gerhard Longberg skuldi úr flokkinum og tað sama Kristin Michelsen. Rok innanhýsis og útihýsing av limum í flokkinum.
- Vit minnast eisini, at Framsókn brúkti fýra ár upp á Uttanríkismál, men lítið og onki varð heldur flutt á sjálvstýrisleið frá teirra síðu.
Hann skrivar eisini, at táverandi løgmaður Aksel V. Johannesen, so at siga goymdi seg seinastu tíðina, og at henda samgongan kemur ikki undanfarnu samgongu upp á knøini, hvat viðvíkur politiskum ruðuleika. Jóhan Dahl eftirlýsir eisini veruligt politiskt innihald frá andstøðustílinum, ið sambært honum ikki vísa góðan stíl. Hann endar við:
- Men hvat, tað er lættari at síggja flísuna í eyganum hjá okkara næsta, men bjálkan í okkara egna eyga hann síggja vit ikki. Vit eru hóast alt nøkur, sum hava eitt longri politiskt minni enn andstøðan.
Til ber at lesa alt lesarabrævið her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald