12. august byrjar skúlaárið, og hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Fyri umleið 800 børn í Føroyum, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla.
Í hesum sambandi minnir Ráðið fyri Ferðslutrygd á bilførarar um at vera ansnir í ferðsluni.
– Vit skulu altíð geva teimum ábæru í ferðsluni gætur, men tá skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin. Um hetta mundið kunnu vera fleiri børn, ið eru smá og óroynd í ferðsluni. Tað krevur, at ferðin verður sett niður, og at vit eru gáin.
Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um átakið og við skúlar verða skelti hongd upp, við áheitan um at vísa ansni.
– Vit eru takksom fyri samstarvið, tí hetta ger at boðskapurin verður sjónligur, júst har tað er neyðugt. Við skúlar, og har skúlabørnini ferðast, skrivar Ráðið fyri ferðslutrygd.
![]()
Ráðið fyri Ferðslutrygd leggur eisini upp til, at foreldur fara út í ferðsluna við børnunum at venja tey.
– Tað krevur venjing og royndir at gera børnini til trygg vegfarandi og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.
– Tá barnið byrjar í skúla, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt.
Góð ráð og venjingar eru at finna á heimasíðuni hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, www.rff.fo.
Allir næmingar í 1. flokki fáa eisini aftur í ár ein flottan súkkluhjálm, og í heyst fáa tey yngstu endurskinsvest. Harumframt er ferðsla kravt undirvísingarevni í skúlanum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald