Lærarafelagið í Danmark mælir til at avtaka allar fráfaringarroyndirnar í fólkaskúlanum. Heldur skulu lærarar gera eina endaliga meting av fakliga støðinum hjá næmingunum.
Gransking hevur víst, at fráfaringarroyndir ikki gera undirvísingina betri, og uttan hesar royndir kunnu lærarar savna seg meira um undirvísingina, er grundgevingin m.a.
Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya Lærarafelag, tekur undir við uppskotinum hjá danska lærarafelagnum um at avtaka allar fráfaringarroyndirnar í øllum lærugreinum í fólkaskúlanum.
- Eg eri rættiliga samdur við teimum. Kortini haldi eg, at tað er skilagott at halda fast við at hava smærri støðuroyndir, men tað er bara til innanhýsis amboð hjá læraranum fyri at vita, hvar næmingarnir eru fakliga. At taka fráfaringarroyndirnar av merkir ikki, at vit ikki seta týðilig krøv ella hava greiðar væntanir til næmingarnar. Tað merkir bara, at vit hava álit á, at lærarin kennir sínar næmingar og kann geva eina rættari meting av støðuni enn nøkur roynd, sigur hann við Skúlablaðið.
Við at gera eina meting av næminginum við orðum heldur enn við karakterum, ber til at taka onnur viðurskifti við, so sum røkiskap, arbeiðslag, úthaldni og annað aftur at ítøkiligu fakligu støðuni. Hetta er alt grundleggjandi førleikar, sum næmingarnir hava tørv á at menna í fólkaskúlanum og sum hava týdning fyri at klára seg í samfelagnum, vísir formaðurin í lærarafelagnum á.
– Við fráfaringarroyndini er nógv upp á spæl hjá næminginum, sum upp á 20 minuttir ella so skal avrika og prógva, hvat hann dugir eftir 9 ár í skúlanum, og úrslitið frá próvtøkuni er mangan ikki rætta myndin av støðuni, tí næmingurin kann vera heppin ella óheppin. Hann skal avrika undir trýsti, og tað er kanska tann førleikin, sum fyrst og fremst verður testaður til próvtøkuna.
Tíðin, sum verður brúkt til fráfaringarroyndirnar, kundi eisini verið brúkt so nógv skilabetri, og tí eiga vit at skera munandi av fráfaringarroyndunum, og kanska bara halda fast við fráfaringarroyndirnar í móðurmálinum og støddfrøði, sigur Jacob Eli S. Olsen.
Undir øllum umstøðum eiga vit at seta hol á kjakið og hyggja at, hvat verður gjørt aðrastaðni og at gera tillagingar.
– Vitlíki noyðir okkum eisini at endurskoða alt, sum hevur við próvtøkur at gera, so um vit vilja tað ella ei mugu broytingar gerast, sigur hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald