Innanlands

– Átrokandi at taka politiska støðu til Elduvíkarvegin

Bil Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin vil hava at vita frá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, hvussu nógv tað kostar landskassanum at tryggja Elduvíkarvegin, og hvørjar ætlanir eru við farleiðini

Soleiðis sá út á Elduvíkarvegnum sunnudagin 27. februar (Mynd: Jens Kr. Vang)

Soleiðis sá út á Elduvíkarvegnum sunnudagin 27. februar (Mynd: Jens Kr. Vang)

2022-03-07 12:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir skriðulopið 26. februar er tíðin komin at viðgerða Elduvíkarvegin politiskt, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin, sum hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum, Una Rasmussen fyrispurning.

Bill Justinussen spyr, hvat tað kostar landskassanum at tryggja vegin og farleiðina til Elduvíkar eftir skriðulopið fyri góðari viku síðani.

Eisini vil hann hava at vita, hvat tað kostar landskassanum at dagføra alla farleiðina úr Funningsfirði til Elduvíkar, hvat Landsverk mælir til at gera við Elduvíkarvegin, hg hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur við honum.

– Skriðulopið minnir okkum á týdningin av tryggum farleiðum. Tí er átrokandi at taka politiska støðu til hesa farleið, sum leiðir okkum til eina ta vakrastu náttúruperlu í landinum. Eina perlu, sum ferðafólk hava fingið eyguni upp fyri,og sum tí leggur eyka trýst á, at farleiðin verður dagførd og tryggjað, sigur Bill Justinussen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder