- At verða kallaður lygnari í einum innslagi í kringvarpinum, upptikið inni í Føroya Rætti. Tað hóvar mær illa.
Soleiðis sigur Niels Pedersen úr Vestmanna, formaður í Føroya Óðalsfelag.
Hann fekk ein skelk, tá hann í gjárkvøldið sá seg viðgjørdan í Degi og Viku av Jógvani Páll Lassen, advokati, í eini upptøku, sum varð tikin inni í rættarsalinum.
Sorinskrivarin tekur í egnan barm: - Hatta átti vit ikki at givið loyvi til, ásannar hann.
Sí Dag og Viku mánakvøldið her (innslagið um gongd í haga byrjar 14:48 min. inni í sendingini)
Tað kemur ikki óvæntað á Nils Pedersen, at hann og Jógvan Páll Lassen eru ósamdir í málinum um gongd í haga og nýggja uppskotið um burðardygga ferðavinnu, sum landsstyrismaðurin við vinnumálum arbeiðir við í løtuni.
Niels Pedersen (Skíggjamynd: Kringvarp Føroya)
- Men at verða skýrdur sum lygnari í kringvarpinum og at hetta kom fram í innslagi, sum varð tikið upp í Føroya Rætti, tað var mær ovboðið, sigur hann.
Niels Pedersen hevur vent sær til Sorinskrivaran í morgun, men hevur av skrivstovuni fingið boð um at senda eina skrivliga klagu.
Portalurin hevur tosað við Henrik Møller, sorinskrivara í dag, sum harmast.
- Vit hava eina skipan, har vit vanliga geva Kringvarpinum og øðrum miðlum loyvi til at gera upptøkur inni í rættarbygninginum og rættarsalinum, tá tað snýr seg um ‘verserandi’ mál.
- Hetta loyvi fekk Kringvarpið í sambandi við upptøkurnar í gjár. Jógvan Páll hevði uppgávur í rættinum í gjár, og vit roknaðu bara við, at talan var um okkurt mál, sum hevði tilknýti við hetta arbeiðið.
- Í bakspegilinum kann eg siga, at vit ikki høvdu givið loyvi, um vit vistu, at málið ikki snúði seg um eitt ‘verserandi’ mál, sigur Henrik Møller, sum ikki hevði sæð innslagið í Degi og Viku, tá vit tosaðu við hann.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald