Tað var ikki bara í Føroyum, men eisini í Skottlandi, at miðlarnir gjørdu nógv burtur úr, at stóra føroyska alifyritøkan, Bakkafrost, hevur yvirtikið meirilutan av skotska alifelagnum, Scottish Salmon Company, SSC.
Skotska avísin The Scotsman skrivaði í síni yvirskrift, at skotski alirisin var etin, ella kíkað, av føroyska felagnum: ”Scottish salmon giant swallowed byr Faroe firm for more than £500m”
Sambært The Stoctsman eru tey nøgd á høvuðsskrivstovuni hjá SSC í Edinburgh yvir, at felagið nú verður yvirtikið av Bakkafrost.
Forstjórin í felagnum, Craig Anderson sigur við blaðið, at tað er gott fyri felagið, at Bakkafrost nú hevur yvirtikið. Tað kann vera við at felagið kann halda fram við jaligu gongdini við nýggju ársfjórðingum út í eitt við vøkstri.
Forstjórin sigur seg vera ikki sørt ernan av, at Scottish Salmon Company nú er vorðin ein góð íløga hjá føroyska felagnum.
Bakkafrost nú fjórðstørst í Evropa
SSC hevur 60 alistøðir á vesturstrond Skottlands og á Hebridunum. Yvir 600 fólk eru í starvi hjá felagnum.
Felagið, sum varð stovnað í Edinburgh í 2009 er skrásett á ermasundsoynni Jersey. BBC skrivar, at SSC hevur ein fyrimun mótvegis kappingarneytum við at hava genetiska atgongd, sum tey kalla tað, til hebridiska laksin. Hetta laksaslagið verður sagt at vera sterkari, soltnari og fastari enn vanligur alilaksur.
Tøkan hjá SSC í fjør var 30.000 tons, svarandi til 22 prosent av skotsku framleiðsluni. Bara norske felagið Mowi, hevði størri framleiðslu í Skottlandi. Føroyska framleiðslan hjá Bakkafrost í fjør var 45.000 tons.
Fyrra hálvár í ár tók SSC 18.000 tons. Kapasiteturin er 50.000 tons.
Við keypinum verður Bakkafrost nú fjórstørsti laksaalari í í Evropa, skrivar BBC.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald