
- Eftir útsøgnina hjá landsstýrismanninum í Heilsumálum í dag, átti at borið til hjá samgonguni at tikið undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum um at yvirtaka Landslæknaembætið.
Soleiðis byrjar lesarabræv hjá Beintu Løwe, ið kemur í kjalarvørinum av tí, sum Kaj Leo Holm Johannesen bar fram í grein á heimasíðuni hjá Heilsumálaráðnum í morgun. Landstýrismaðurin ger greit, at at epidemilógin, sum í dag er danskt málsøki, burdi verið yvirtikin á føroyskar hendur, og at uppskot um hetta skuldi leggjast fram á landstýrisfundi í dag
Les eisini: Kaj Leo vil yvirtaka epidemilógina
Talan er um beinleiði avleiðing av koronufarsóttini, og Tjóðveldi hevur í hesari tíðini borið fram, at Landslæknaembætið burdi verið yvirtikið, og hevur fyri stututm gjørt uppskot um hetta. Hetta uppskotið var til fyrstu viðgerð í tinginum í farnu viku, og liggur nú í Uttanlandsnevndini. Allir flokkar vóru positivir um uppskotið, skrivar Beinta Løwe í dag. Tingkvinnan metir, at tað sum landstýrsmaðurin við heilsumálum hevur sagt farsóttarlógina er greið tala:
- Eftir útsagnirnar hjá Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni, um at vit eiga at yvirtaka farsóttarlóggávuna, ber ikki annað til enn at samgongan tekur undir við uppskotinum hjá Tjóðveldinum.Uppskotið samsvarar jú við tað, ið landsstýrismaðurin í Heilsumálum vil hava.
Beinta Løwe heitir á hini í samgonguni um at bera skjótt at og yvirtaka, tí so er eitt risafet tikið rætta vegin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald