Sunnudagin var ein ukrainsk hernaðarstøð nærindis Javoriv í Lviv-landslutinum álopin av russiskum rakettum.
Ukrainskir myndugleikar boðaðu frá, at 35 fólk lótu lív, og 134 vórðu særd – talan var um bæði hernaðarfólk og sivilfólk.
Álopið hendi bert 25 kilometrar frá markinum til Pólland, sum er limur í bæði Nato og ES.
Í kjalarvørrinum á hesum ávaraði ukrainski forsetin, Volodimir Zelenskij í nátt um, at Nato-limalond eru í vanda fyri at verða rakt av russiskum álopi, um Nato ikki steingir loftrúmið yvir Ukraina.
– Steingja tit ikki okkara loftrúm er tað bert ein spurningur um tíð, aðrenn russiskar rakettir enda á tykkara øki, á Nato-øki, í heiminum hjá Nato-borgarum, segði hann sambært Ritzau.
Zelenskij hevur fleiri ferðir heitt á Nato um at steingja loftrúmið yvir Ukraina, men tað ynskir Nato ikki at gera.
– Vit hava gjørt greitt, at vit ikki fara inn í Ukraina – hvørki á landi ella í luftini. Gera vit tað, kunnu vit enda við einum kríggi í fleiri evropeiskum londum. Tað fer at elva til ræðuliga líðing, hevur aðalskrivarin hjá Nato, Jens Stoltenberg sagt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald