Uttanlands

- Besta fongsul, eg havi verið í

Paul Watson hevur sitið í varðhaldi í Nuuk síðan 21. juli, og sum skilst er tað ikki tað ringasta

(Mynd: Sermitsiaq.ag)

(Mynd: Sermitsiaq.ag)

2024-09-02 14:42 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Paul Watson letur væl at fongsulsumstøðunum í Grønlandi.

- Tað kennist sum at vera á einum skipsdekki, sigur Paul Watson við AFP tíðindastovuna, sambært Ritzau.

Eisini kallar hann tað fyri besta fongsul hann hevur verið í, sigur Paul Watson.

Úr fongsulsklivanum sær hann út á sjógv, og har eru hvalar og ísfjøll at síggja.

Fongslið, har Paul Watson hevur sitið í varðhaldi síðani 21. juli, er Anstalten for Domsfældte í Nuuk. Nýggja fongslið hjá grønlendingum stóð liðugt í 2019 og kostaði danska statinum 400 milliónir krónur.

73 ára gamli hvalaaktivisturin er varðhaldsfongslaður til hósdagin 5. september, meðan danska løgmálaráðið kannar um grundarlag er fyri at útflýggja Paul Watson til Japan. Mikudagin verður aftur rættarfundur í málinum, og tá fyriliggur møguliga ein avgerð. Um ikki, kann varðhaldsfongslingin verða longd enn einaferð.

[object Object]

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder