– Nú blot kemur í kavan, kann vandi verða fyri áarlopi - heitt verður á bilførarar, um at vísa varsemi, eru boðini frá Landsverki í morgun.
Av løgreglustøðini í Havn verður upplýst, at løgreglan í morgun hevur fingið tvær fráboðanir um kava, sum er lopin oman á vegin vestanfyri Leynatunnilin.
Stutt fyri klokkan níggju ringdi ein bilførari til løgregluna at boða frá, at kavi varð lopin oman og hevði rakt bilin, tá hann var beint við tunnilsmunnan.
Ein rútur brotnaði, men fólkini, sum vóru í bilinum fingu ongan skaða, tó at tey vóru eitt sindur skelkað av hendingini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald