Mentan

- Bjartasta stjørna á danska teaturhimmalinum

Olaf Johannessen og Søren Sætter-Lassen fáa framúr ummælir fyri leikin ”Faust”

2020-10-06 10:05 Author image
Innsent
placeholder

Enn einaferð siga ummæli í donskum miðlum frá frammúr spælinum hjá føroyska sjónleikaranum Olaf Johannessen. Hesaferð í klassiska ”Faust” hjá týska rithøvundanum Johan Wolfgang von Goethe á Teater Republique í Keypmannahavn, har ið Olaf Johannessen spælur dr. Faust.

Fleiri av ummælarunum spyrja, um tað ikki er nærum devulsk hugmóð at fara undir pallsetan av hesum verki, sum er tiltikið torført at fáa takið á. Í sama andadrátti floyma teirra ummæli yvir av lovorðum og frøði um at tað er eydnast. Ummælini rósa leikstjóranum, hansara evni at velja leikarar og leikstjórna teimum, tey rósa til skíggja samanspælinum millum Olaf Johannessen og Søren Sætter-Lassen og so draga tey fram í stórfingnum orðingum spæli hjá Olafi Johannessen í leiklutinum sum Dr. Faust.

Ein vísindamaður, sum í byrjaninni av leikinum, er á markinum til at taka lívið av sær. Hugtungur starir hann at fløskuni við brúna eitirnum, tá ið Mefisto, devilin, kemur til hansara. Lokkandi og tølandi bjóðar Mefisto Faust alt tað Faust tráðar eftir. Afturfyri skal Mefisto - bara - hava sálina hjá Faust ...

Brot úr ummælunum í donskum miðlum:

Kristeligt Dagblad við Kathrine Maria Amann: ... ein fyrimyndarlig tulking av klassikara og kanska tann daprasti Faust, vit hava sæð……Søren Sætter-Lassen og Olaf Johannessen í meistarligum samanspæli, sum Mephistopheles og Faust. Ein sannur masterclass í sjónleiki.

Politiken við Alexander Vesterlund: “Faust sum tú og eg ... Olaf Johannessen spælir við formati – ein klovnað og tráðandi sál, sum vil hava ta størstu stjørnuna á himmalinum

Information við Ann Middelboe: Hetta mann vera myrkasti Faust í leiklistasøguni….Faust hjá Olaf Johannessen hevur virtuosar rørslur ... Men tað er ikki bert kroppurin, sum dansar. Tað er sálin hjá Faust, sum heldur, at hon er sloppin frí - bert fyri at uppdaga, at hon dansar sum ein marionet.

detskuduse.dk við Jens Winther: Hugsað tær Ronaldo og Messi á sama liði - so hevur tú Faust á Republique…. Olaf Johannessen er einki minni enn ein stjørnu uppliving ...

arbejderen.dk við Tim Ramsland og Nick Bruun: Serliga Olaf Johannessen, sum enn einaferð prógvar, hví hann er ein av allarbestu pallleikarum í landinum...

sceneblog.dk við Casper Koeller: Tá ið tú bjóðar Søren Sætter-Lassen og Olaf Johannessen upp til dans, tá kann tað ikki enda við øðrum enn toru og snarljósi.

Kulturleben.dk við Michael Hansen: Bæði Olaf Johannessen og Søren Sætter Lassen markera her við sjeytummaseymi, at teir hoyra til millum heimelituna

Kulturtid.dk við Tonny Olausen: Hann (Olaf Johannessen, red.) leverar oneliners so kynisman og desillusióninin sýrar út til áskoðararnar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder