Hóast frestin hjá bretum at fara úr ES nú er útsett til 31. januar 2020, heldur bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson fast við, at bretar eiga at fara úr ES hósdagin 31. oktober, sum inntil í morgun var freistin.
Tað sigur talsfólk hjá forsætisráðharranum, sambært Ritzau.
Les eisini: Brexit útsett fyri triðju ferð
Boris Johnson hevur ongantíð fjalt, at hann ikki ynskti at fáa freistina útsetta til eftir 31. oktober, men hetta noyddist hann tó at biðja ES um í farnu viku, og hóast freistin nú er vorðin útsett, er einki sum forðar bretum í at fara úr ES áðrenn 31. januar.
Upprunaliga átti Bretland at fara úr ES 29. mars, men freistin hevur verið útsett tríggjar ferðir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald