Uttanlands

- Bretar mugu siga okkum, hvat teir vilja

At útseta brexit enn einaferð verður ikki ein møguleiki undir núverandi umstøðum, sigur franski uttanríkismálaráðharrin

Franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Yves Le Drian (Mynd: EPA)

Franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Yves Le Drian (Mynd: EPA)

2019-09-08 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

At útseta brexit til aftaná 31. oktober verður ikki ein møguleiki undir núverandi umstøðum.

Tað sigur franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Yves Le Drian, sambært TV2.

- Vit fara ikki at gera hetta (útseta brexit, red.) triðja hvønn mánað, sigur hann.

Hetta sigur hann, eftir at bretska tjóðartingið samtykti eina lóg, sum skal forða Bretland í at fara úr ES uttan avtalu. Hetta merkir sostatt, at bretski forsetisráðharrin, Boris Johnson, er tvungin at biðja ES um at fáa freistina útsetta, um ein skilnaðaravtala ikki er komin í lag 19. oktober.

Men sambært Jean-Yves Le Drian, verður hetta ikki ein møguleiki, soleiðis sum umstøðurnar eru í løtuni.

- Bretar mugu siga okkum, hvat teir vilja, sigur hann.

Í vikuni vóru 21 limir blakaðir úr konservativa flokkinum fyri at hava atkvøtt fyri uppskotinum, sum skal forða fyri einum brexit uttan avtalu. Millum teirra var Nicholas Soames, abbasonur fyrrverandi forsetisráðharranum, Winston Churchill.

Í gjár legði bretski ráðharrin í arbeiðs- og pensjónsmálum, konservativa Amber Rudd, eisini frá sær fyri at mótmæla hesum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder