Nýggi forsetisráðharrin í Bretlandi, Boris Johnson, ger á sínum fyrsta degi í sessinum greitt, at bretar skulu úr ES 31. oktober - við ella uttan avtalu.
Í dag segði hann fyri øllum limunum í Undirhúsinum, at talan verður um eitt brexit uttan avtalu, um ES ikki er sinnað at taka samráðingarnar uppaftur.
Og hetta hevur ES fleiri ferðir - seinast var í gjár - noktað at gjørt.
Boris Johnson sigur, at hann er til reiðar at samráðast við ES, og hann vónar, at ES eru sinnaði at hugsa um at taka samráðingarnar uppaftur.
- Gera tey ikki tað, noyðast vit at fara uttan avtalu, sigur hann.
Tað var í gjár, at Boris Johnson var á vitjan hjá Elizabeth drotning, har hann endaliga varð útnevndur til forsetisráðharra.
Les eisini: Boris Johnson sett fleiri nýggjar ráðharrar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald