Frá í kvøld klokkan 22 til týsmorgunin klokkan seks verður skrúvað fyri vatninum kring Villingadalsvegin og Sundsvegin, í Hoyvík, á Hvítanesi og á Sandvíkarhjalla, boðar Tórshavnar kommuna frá.
Tað er í sambandi við arbeiðið at gera nýggja innkomuvegin, at vatnleiðingin úr reinsiverkinum í Villingadali skal leggjast um. Tí er neyðugt at skrúva fyri vatninum, meðan arbeiðið verður gjørt, og fyri at órógva borgarar sum minst, verður umleggingin gjørd um náttina.
Tórshavnar kommuna heitir á borgarar í økjunum um ikki at brúka vatn í áðurnevnda tíðarskeiðnum.
– Tað er av stórum týdningi, at borgarar í økjunum lata vera við at brúka vatn, ímeðan stongt er fyri vatninum. Hetta er fyri at leiðingarnar ikki skulu tømast, tí tá ið umleggingin er gjørd, skulu leiðingarnar fyllast við vatni aftur og luft fáast úr leiðingunum.
– Tá latið verður upp aftur fyri vatninum, kunnu borgarar í ávísum støðum vænta, at luft og skitið vatn er í leiðingini. Borgarar í økjunum skulu tí skola væl út í øllum kranum inni hjá sær sjálvum, tá vatnið kemur aftur. Eisini fer vatnverkið at skola út í brandkranunum í økjunum, skrivar kommunan.
Á kortinum sæst, hvar skrúvað verður fyri vatninum:
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald