Innanlands

- Brúkið pengarnar til at planta skóg í Evropa

Ongin áhugi í Brasil fyri peningaligari hjálp í stríðnum móti skógareldunum

Stór regnskógarøki í Brasil liggja niðurbrend (Mynd: EPA)

Stór regnskógarøki í Brasil liggja niðurbrend (Mynd: EPA)

2019-08-27 06:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stjórnin í Brasil er ikki sinnað at taka ímóti peningaligum stuðli frá heimsins tíkastu londum til stríðið móti skógareldum í Amazonas-skóginum.

Tað sigur stjórnin í landinum sambært fleiri altjóða miðlum.

- Vit eru takksom fyri tilboðið, men pengarnir vórðu betri brúktir til aftur at planta skóg í Evropa, sigur Onys Lorenzoni, skrivstovustjóri hjá Jair Bolsonaro, forseta, við brasilska miðilin G1.

G7-londini samdust um vikuskiftið á toppfundinum í Fraklandi um at lata minst 20 milliónir evrur – áleið 150 milliónir krónur – til stríðið móti skógareldunum í Amazonas.

Sambært miðilinum O Globo hevur stjórnin í Brasil fyrr sagt, at hon ikki er áhugað í peningaligum stuðli frá ríkum londum, um stuðulin er treytaður.

Jair Bolsonaro hevur fyrr funnist at londum, sum hjálpa til við at sløkkja eldar, og hevur kallað tað fyri hjálandapolitikk, kolonialismu.

[object Object]
Emmanuel Macron, forseti Fraklands, var vertur fyri G7-toppfundin í Biarritz (Mynd: EPA)

Serliga hevur Bolsonaro verið eftir franska forsetanum, Emmanuel Macron, og sagt at hann hevur ein kolonialistiskan hugburð, tí hann vildi tosa um Amazonas á G7-toppfundinum uttan at nakað av londunum kring stóra regnskógin vóru við.

Macron hevur samstundis funnist at brasilska forsetanum fyri ikki at gera nóg mikið við eldarnar í regnskóginum.

Økta talið av skógareldum og skógarruddingin í Amazonas hevur verið nógv frammi hesa seinastu tíðina.

Tað var eisini eitt av evnunum undir G7-toppfundinum í franska býnum, Biarritz.

Her hava leiðararnir í heimsins sjey størstu ídnaðarlondum verið savnaðir fyri at tosa um eitt nú handil, veðurlag og onnur evni. Talan er um londini USA, Kanada, Týskland, Frakland, Stórabretland, Italia, Japan og so umboð fyri ES.

Sambært Macron stuðlar amerikanski forsetin, Donald Trump, stuðlinum til Amazonas, skrivar Reuters.

Macron segði sunnudagin, at Trump, orsaka av øðrum tvílanda fundum, ikki var til staðar, tá G7-londini kjakaðust um lívfrøðiligt margfeldi, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder