Í gjár frættist, at myndugleikarnir í Sri Lanka hava eina fatan av, at álopini í Sri Lanka páskadag, har fleiri enn 350 fólk lótu lív, vóru hevndarálop fyri álopini á moskur í Christchurch í Ný Sælandi tann 15. mars, har 50 fólk vórðu dripin.
Men forsætisráðharrin í Ný Sælandi, Jacinda Arderns, heldur ikki at tað er so.
- Vit hava ikki nakra vitan, sum byggir undir at álopini í Sri Lanka er hevnd fyri Christchurch. Sri Lanka er júst farið í gongd við sítt kanningararbeiði, og vit hava at geva teimum frið at koma fram til sítt. Vit hava ikki einki at leggja afturat til tað, sum er sagt, sigur forsætisráðharrin í einum skrivi.
Sambært varaforsætisráðharranum í Sri Lanka er tað víðgongdi islamiski bólkurin National Thawheed Jama’ut, sum stóð aftanfyri álopini. Í gjár tók Islamiski Staturin ábyrgd fyri álopini. IS almannakunngjørdi mynd av átta monnum, sum IS sigur stóð aftanfyri álopini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald