Talið á nýggjum tilburðum av coronavirus uttanfyri Hubei er minkað seinastu 12 dagarnar, sigur kinesiski varauttanríkismálaráðharrin, Qin Gang. Tí er hann sannførdur um, at kreppan í Kina er um at verða yvirstaðin.
– 8.000 sjúklingar hava fingið tað betur og eru útskrivaðir. Í Kina eru vit sannførd um, at corona-farsóttin skjótt er yvirstaðin, og at kreppan bert fer at hava eina fyribils ávirkan á búskap okkara. Hann kemur skjótt sterkt aftur, sigur Qin Gang.
Kinesiska heilsumálaráðið upplýsti í morgun, at 43 fólk afturat eru deyð av coronavirusinum seinasta samdøgrið á kinesiska fastlandinum. Coronavirusið hevur sostatt kravt tilsamans 1.523 mannalív í økinum. 1.457 teirra eru úr Hubei, har coronavirusið hevur sín uppruna.
Um alt Kina eru tilsamans 66.492 tilburðir skrásettir.
Les eisini: Coronavirusið kravt sítt fyrsta mannalív í Evropa
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald