Hon var sendikvinnan hjá USA í Keypmannahavn meginpartin av fyrru setuni hjá Donald Trump.
Eitt, sum eyðkendi sambandið millum USA og Danmark tá, var, at amerikanski forsetin á heysti 2019 skattaði dýpið um møguligt keyp av Grønlandi. Fyri hetta helt Mette Frederiksen nærum Donald Trump fyri spott, sigur Carla Sands.
- Danska forsætisráðfrúan vísti púrasta møguleikanum aftur og tyktiskt at háða amerikanska forsetan. Tað kann hava eina ávirkan, nú tey bæði, og nógv onnur við, tosa um Grønland aftur.
Danska TV2 tosaði við fyrrverandi sendikvinnuna týsdagin. Sands, sum er virkin sum vinnulívskvinna, var við til at lata amerikanska konsulátið í Nuuk uppaftur í 2020 og vitjaði tvær ferðir Føroyar í 2020.
Sí eisini:
Føroyar og USA skriva undir avtalu í dag
Carla Sands ikki longur sendikvinna í Keypmannahavn
Carla Sands stendur og hyggur at, meðan pappír verða undirskrivað í Tórshavn í november 2020 (Mynd: Jan Müller)
Tá hon fór frá í januar 2021, vegna forsetaskifti í USA, fekk Carla Sands størstu viðurkenning, sum verður latin fólki, ið ikki eru embætisfólk í USA. Hetta var fyri at menna samstarvið um trygd millum USA og ríkisfelagsskapin millum Danmark, Grønland og Føroyar.
Nú stúrir hon fyri júst trygdini í Grønlandi og menningini har. Í samrøðuni við TV2 í gjár vísti Carla Sands á, at Danmark er eitt lutfalsliga lítið land við einum búskapi á stødd við hann hjá amerikanska statinum Colorado. Hetta er als ikki nóg mikið í støðuni og hevur Danmark als ikki gjørt nóg mikið, vísir hon í bersøgnari útsøgn:
- Danmark hevur ikki ráð at verja Grønland og heldur ikki at menna tað. Um Danmark hevði havt tað, so hevði landið gjørt tað. Men Danmark hevur ongantíð verið í einari nóg góðari støðu til at verja Grønland og hevur ongantíð veruliga ment Grønland.
Sands sigur, at tá hon kom til og sá støðuna í Grønlandi, gjørdist hon beinanvegin stúrin: Óvart og lítið ment.
Í mun til Donald Trump, so vísir fyrrverandi samstarvsfelagin á, at amerikanski forsetin er ein, ið kann fáa truplar avtalur í hús. Í mun til nógvar aðrar amerikanskar forsetar, skilur hann veruliga tað at samráðast. Har var vitjanin hjá Donald Trump yngra í Nuuk eisini "áhugaverg diplomati" og sjálvandi ein háttur til at vísa áhuga, vísir Carla Sands á.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald