Uttanlands

– Danmark ikki gjørt nóg mikið fyri at tryggja Grønland

Komandi amerikanski varaforsetin sær onga orsøk til at brúka hermegi fyri at fáa ræði á Grønlandi, tí USA hevur longu herfólk í økinum, sigur hann

Komandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

Komandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance (Mynd: EPA)

2025-01-13 14:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi amerikanski varaforsetin, J.D. Vance sær onga orsøk til at brúka hermegi fyri at fáa ræðið á Grønlandi, sigur hann í samrøðu við amerikanska Fox News.

– Tað, fólk gloyma, er, at vit longu hava herfólk í Grønlandi, sigur hann.

Á tíðindafundi 7. januar segði komandi amerikanski forsetin, Donald Trump annars, at hann kundi ikki útiloka nýtslu av hermegi ella fíggjarligum revsitiltøkum móti Danmark fyri at fáa Grønland.

Trump hevur hótt við at seta revsitoll á danskar vørur, men hetta nevndi Vance einki um í samrøðuni við Fox News. Hann segði tó, at hann var samdur við Trump í, at Grønland fer at hava stóran búskaparligan týdning fyri USA.

– Grønland er sera týdningarmikið fyri USA reint strategiskt. Har er nógv gott náttúrutilfeingi, sigur komandi amerikanski varaforsetin, sum eisini finst at Danmark fyri at gera ov lítið fyri at verja Grønland.

– Fyri at siga sum er, hevur núverandi leiðslan, danska stjórnin, ikki gjørt eitt nóg gott arbeiði fyri at tryggja Grønland, sigur hann.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder