Uttanlands

– Demokratar eru ódemokratiskir

Trump finst at demokratum fyri at heita á Biden um at taka seg úr forsetavalstríðnum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-07-21 09:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrrverandi amerikanski forsetin og núverandi republikanska forsetavalevnið Donald Trump finst at demokratiska flokkinum, eftir at fleiri demokratar seinastu tíðina hava heitt á Joe Biden forseta um at taka seg úr forsetavalstríðnum.

Hetta vísir, at flokkurin als ikki er demokratiskur, segði Trump á veljarafundi í statinum Michigan í nátt okkara tíð, tann fyrsti hjá Trump, síðan hann var fyri morðroynd á veljarafundi í Pennsylvania farna vikuskifti.

– Í hesu løtu royna leiðarar í Demokratiska Flokkinum at ógilda úrslitið av undanvalinum hjá teirra egna flokki fyri at droppa korrupta Joe Biden, sigur Trump.

– Sum tit síggja, er Demokratiski Flokkurin als ikki ein flokkur fyri fólkaræði.

Sambært Ritzau hava yvir 30 demokratar í Kongressini - harímillum fýra senatorar - heitt á Biden um ikki at stilla uppaftur. Men higartil hevur Biden víst aftur, at hann fer at gevast.

Á veljarafundinum vísti Trump eisini aftur, at hann sjálvur skuldi verið ein hóttan móti fólkaræðinum.

– Tey blíva við at siga, "han er ein hóttan móti fólkaræðinum". Í farnu viku tók eg eina kúlu fyri fólkaræðið, sigur Trump og sipar til morðroyndina í Pennsylvania, har ein 20 ára gamal maður skeyt eftir honum og rakti hann í oyrað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder