Innanlands

- Dyrka eina kreppu sum ikki er til staðar í Føroyum

Koronadeildin stendur gapandi tóm, um ikki onkur russari kemur á vitjan, sigur Hjalmar Hvítklett sum finst hvassliga at handfaringini av koronu. Hann eftirlýsir eina exitætlan

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2021-07-09 09:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Avtalan, ið varð gjørd við Føroya fólk í mars 2020 var, at Landssjúkrahusið ikki skuldi vera niðurlagt av sjúkuni. Síðan er henda avtala endurskrivað so tað passar inn í teirra sokallaða plan út úr kreppuni. Hvat fyri kreppu spyrji eg bara! Koronadeildin stendur gapandi tóm, um ikki onkur russari kemur á vitjan!! Hvar er exit planurin?

Soleiðis spyr Hjalmar Hvítklett á Facebook. Hann er fyriskipari av Countryfestivalinum, sum eftir ætlan skuldi haldast í juni, men stutt áðrenn varð avlýstur. Eisini er hann stjóri og eigari av fyritøkuni Ljóðtøkni.

- Teir dylja tað í hvussu er sum mansmorð, har er eingin kunning, einki dato um exitplan, einki nakað. Nú eru so at siga øll koppsett, og enn frættist einki. Riggar koppsetingin ikki, ella, sigur ein spyrjandi Hjalmar.

- Tað er ótrúliga niðurgerðandi av landsins mynduleikum, at blíva við at halda fólki í óvissu, og dyrka eina kreppu, ið eftir mínari meting ikki er til staðar í Føroyum, heldur hann fram.

Tað var í gjár, at løgmaður kunngjørdi at festivalar kundu fáa endurgjald um teir avlýsa síni tiltøk. Seint seinnapartin kunngjørdu fyriskipararnir av G! festivalinum, at tey kendu seg noyddan at avlýsa festivalin, sum eftir ætlan skuldi vera næsta vikuskifti.

Hetta hevur fingið nógv fólk til knappaborðið, og tey undrast hví ólavsøkan kann haldast. Hetta undrar eisini Hjalmar Hvítklett.

- Nú G! skal avlýsast við 60 prosent koppseting, men ólavsøkan skal haldast við 80 prosent koppseting og kanska skulu teir avlýsa Summarfestivalin við 90 prosent, nei eg skilji einki, og neyvan nakar annar, skrivar Hjalmar Hvítklett.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder