Mentan

- Eg elski norskar damur

Sandavágsingurin Karl Weihe er tjekkaður inn á norska Paradise Hotel, og hann dylir ikki fyri, at hann er rættiliga glaður fyri hitt kynið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-02-26 22:10 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sekstanda parti av trevitu tjekkaði sjarmørurin úr Sandavági, Karl Weihe, inn á norska Paradise Hotel.

Dreingirnir á hotellinum kenna seg hóttar, men genturnar eru væl nøgdar við nýggja luttakaran. Og tað má eisini sigast, at Karl Weihe, er væl nøgdur við norsku damurnar - hugtikin satt at siga.

Í norsku realitysendingini gongur vilt fyri seg, og longu dagin eftir at Karl Weihe er tjekkaður inn, er massaja á skránni, og sandavágsingurin heldur seg ikki aftur.

- Eg elski norskar damur, maður, sigur hann.

TV2 hevur gjørt eitt innslag um fyrsta dagin hjá Karli Weihe her.

[object Object](Skíggjamynd: TV2.no)

Sendirøðin nærkast endanum, nú Karl Weihe tjekkar inn, og hann ætlar sær at vinna. Hvussu tað fer at ganga sæst á Viaplay. Tríggir partar koma út hvørt sunnukvøld klokkan ellivu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder