Fyrr í dag boðaði Pernille Vermund, forkvinna í Nye Borgerlige, at flokkurin verður avtikin, men tað merkir ikki, at hon og hin tinglimurin hjá flokkinum, Kim Edberg, eru liðug í politikki.
Í fyrstu atløgu verða uttanflokkatingfólk, og Pernille Vermund vísir ikki aftur, at hon einaferð fer uppí ein annan borgarligan flokk.
– Eg eri ikki liðug við politikk. So tað er ikki óhugsandi, sigur hon í samrøðu við DR.
Orsøkin til, at Nye Borgerlige verður avtikin er, at har eru ov nógvir borgarligir flokkar á Fólkatingi, og tað er neyðugt at tey borgarligu savnast um færri flokkar, sigur Pernille Vermund, sum ikki vil siga, hvønn flokk hon kundi hugsað sær at farið uppí.
Les eisini: Nye Borgerlige fer í søguna
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald