Uttanlands

– Eg eri vísur í, at fleiri etisk mál ikki verða samtykt

Samgonguskjalið, sum varð undirskrivað fyri tveimum árum síðani, er enn galdandi, sigur Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, sum kennir seg vísan í, at fleiri slík mál ikki verða samtykt undir núverandi samgongu

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-12-30 20:49 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir samgongufundin í gjár er greitt, at núverandi samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin og Miðflokkin heldur fram, og hóast málið um sammøður varð samtykt fyri jól, kennir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum seg vísan í, at fleiri etisk mál ikki verða samtykt undir núverandi samgongu.

Tað sigur hann í samrøðu við Útvarpið.

– Vit hava tað lyftið um, at samgonguskjalið, sum vit skrivaðu undir, enn er galdandi, og vit hava saman við teimum (Sambandsflokkinum og Fólkaflokkinum, red.) roynt at bøtt um teir veikleikar, sum vóru og gjørdu, at eitt mál kom ígjøgnum. Vit kenna okkum rættiliga trygg í, at tað ikki hendir aftur.

Hann leggur tó afturat, at mann kortini ongantíð kann kenna seg 100 prosent tryggan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder