Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson harmast um, at tað ikki eydnaðist honum at halda lyftið um, at bretar skuldu vera úr ES 31. oktober.
Tað sigur hann við Sky News.
Boris Johnson sigur, at hann er sera vónbrotin um, at tjóðartingið forðaði fyri møguleikanum at fara úr ES seinasta hósdag, men hann ásannar eisini, at hann eigur ein part av abyrgdini, og tí biðjur hann um umbering.
Bretski forsætisráðharrin sigur, at hann als ikki ynskti sær eitt nýval, men at eitt nýval var neyðugt fyri at fáa brexit gjøgnumført, og úrslitið av komandi valinum kann gera tað lættari, sigur hann.
- Um ein atkvøður fyri núverandi stjórnini nú, kunnu vit tryggja, at vit hava eina skilnaðaravtalu klára, tá tingið kemur saman aftur 13. desember, so vit kunnu fáa enda á ótryggleikan og fara í holt við tað, sum eg haldi bretska fólkið ynskir, at vit skulu fara í holt við, sigur Boris Johnson.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald