Amerikanski forsetin Donald Trump og kona hansara, Melania Trump, fekk tíðliga í morgun staðfest covid-19, og fyri at vera á tryggu síðuni, varð hann í kvøld flogin á sjúkrahús við tyrlu.
- Eg fari á Walter Reed-sjúkrahúsið. Eg haldi, at eg havi tað rættiliga gott, men vit skulu syrgja fyri, at alt gongur sum tað skal, segði hann í einari heilsan á Twitter fyrr í kvøld, og legði afturat, at Melania eisini hevur tað gott.
— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) October 2, 2020
Donald Trump er 74 ára gamal, men hevur mild sjúkueyðkenni av covid-19.
Í heilsanini á Twitter takkar forsetin eisini fyri stóra stuðulin, hann hevur fingið síðani hann varð testaður positivur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald