Fyrr í hesum mánaðinum boðaði fyrrverandi amerikanski forsetin Donald Trump frá, at hann stillar upp til amerikanska forsetavalið í 2024. Ein, sum kann bjóða honum av í republikanska undanvalinum er Ron DeSantis, guvernørur í statinum Florida.
DeSantis verður mettur at vera ein av stóru stjørnunum í republikanska flokkinum, og á miðskeiðisvalinum herfyri tryggjaði DeSantis sær sítt næsta valskeið sum guvernørur.
Fer Ron DeSantis at stilla upp á forsetavalinum, fær hann stuðul frá ríkasta manninum í heiminum, Tesla-stjórin og Twitter-eigarin Elon Musk.
Í dagføring á Twitter, skrivaði Musk, at hann fer at stuðla Ron DeSantis, um hann stillar upp til næsta forsetaval.
– Í forsetaembætið í 2024, vil eg hava ein, sum er skilagóður og hellir inn móti miðjuni. Eg helt, at tað var so við Biden-umstingini, men higartil eri eg blivin skuffaður, skrivar hann.
Eisini leggur hann afturat:
– Eg var ein týðandi stuðul hjá Obama og Biden, og so valdi eg (við ringum tannabiti) Biden heldur enn Trump.
Greinarar meta ikki, at Donald Trump stendur eins sterkur nú sum hann gjørdi á forsetavalinum í 2016, men Ron DeSantis hevur enn ikki boðað frá, um hann fer at stilla upp í 2024 ella ikki, skrivar Ritzau.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald