Uttanlands

– Eiga at kunna tosa grønlendskt í Fólkatinginum

Grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam, sum í gjár vakti ans, tá hon helt røðu á grønlendskum undir orðaskifti um ríkisfelagsskapin, vísir á, at ikki allir grønlendingar skilja, tá danskt verður tosað í Fólkatinginum

2023-05-13 14:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Har skal verða pláss fyri, at mann kann tosa grønlendskt á røðarapallinum í Fólkatinginum, sigur grønlendski fólkatingslimurin Aki-Matilda Høegh-Dam úr Siumut.

– Tað er ein leivd frá hjálandatíðini, at vit framvegis bert tosa danskt í salinum. Um Danmark veruliga er ein ríkisfelagsskapur, so kunnu vit eisini rúma mál hjá hvørjumøðrum, sigur hon sambært Ritzau.

Í gjár, tá ríkisfelagsskapurin skuldi umrøðast í Fólkatinginum, helt Aki-Matilda Høegh-Dam eina røðu á grønlendskum, og svaraði hon eisini bara spurningum á grønlendskum.

Hon vísir á, at hon er fólkavald úr Grønlandi, sum er eitt valdømi í særsjálvum, og hevur hon eisini ført valstríð á grønlendskum.

– Men eg kann ikki umboða mítt fólk í Fólkatingssalinum á tí málinum, sum er tað almenna málið í Grønlandi. Tað haldi eg bara vera skeivt, sigur hon.

Undir orðaskiftinum viðmerkti Karsten Hønge úr sosialistiska fólkaflokkinum, at hann ikki skilti nógv grønlendskt, og at hann ikki ynskti at vera statistur í tí, sum gekk fyri seg "bara tí, at tað skal brukast í grønlendskum miðlum".

Aki-Matilda Høegh-Dam vísir á, at danskt verður tosað sum nakað natúrligt í grønlendska tinginum, Inatsisartut, meðan tað verður kallað eitt "miðlastunt", tá grønlendskt verður tosað í Fólkatinginum.

– Hvussu hava allir grønlendingar tað, tá tað bert verður tosað danskt? Tað eru ikki øll, sum skilja, tá nýggjar lógir verða samtyktar, sigur hon.

Grønlendski fólkatingslimurin sigur, at tað hevur týdning at tosa á einum máli, sum grønlendingar skilja, tí tað, sum Karsten Hønge upplivdi fríggjadagin er nakað, sum grønlendingar uppliva hvønn dag.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder