placeholder
Innanlands

– Ein endurnýtslumiðstøð hevði komið væl við

Tað heldur Jógvan Hans Østerø, stjóri á Eysturlon

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-04-27 15:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað kemur meira enn so fyri, at avlopstilfar frá byggiverkætlanum fer burtur, tí tað er ongastaðni at goyma tað, og tí hevði ein endurnýtslumiðstøð komið væl við.

Tað heldur Jógvan Hans Østerø, stjóri á Eysturlon.

 – Vit kenna tað sum, at vit kundu gjørt meira, men tað kann tykjast møtimikið at hava við at gera. Serliga tykist tað oyðslut, at vit ikki kunnu koma av við avlopstilfar frá byggiverkætlanum. Vit skilja sundur og goyma tað sum vit kunnu til egna nýtslu, men hetta er sera plásskrevjandi og ofta er talan um smærri nøgdir av ymiskum tilfari. Hetta er nýtt og óbrúkt tilfar, sum kundi verið nýtt í smáum verkætlanum, eitt nú til viðlíkahald av sethúsum, um hetta varð samlað saman í eina størri endurnýtslumiðstøð, sigur Jógvan Hans Østerø sambært heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum.

Eysturlon, sum hevur áleið 30 starvsfólk, ger bæði størri og smærri byggiarbeiðir.

Jógvan Hans Østerø vísir á, at byggifyritøkur sum hansara koma nógv runt, og ynskja tær sjálvsagt at lata umhvørvið aftur í eins góðum standi, sum tá arbeiðið byrjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder