Gott 100 fólk vóru komin at síggja og hoyra um sjóhitaskipanina hjá Klaksvíkar kommunu, sum alment varð tikin í nýtslu seinnapartin í gjár.
Tað vóru Jógvan Skorheim, borgarstjóri, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður við umhvørvismálum, sum tendraðu fyri skipanini, sum í dag hitar íbúðirnar á Biskupstorgi og nýggja skúlan á Skúlatrøð.
Umframt teir bygningar, sum longu eru knýttir í skpanina, verða KÍ-høllin, badmintonhøllin og svimjihøllin knýttar í áðrenn ársskiftið. Tá tað er gjørt, væntar kommunan at spara einar 500.000 til 1 millión litrar av ojlu um árið.
Eftir at Rani Nolsøe hevði framført nøkur løg, vóru røður á skránni, umframt at Heini Ellingsgaard frá SMJ greiddi frá um upprunan til verkætlanina. Heini var ikki afturhildin, tá hann rósti Klaksvíkar kommunu fyri hetta megnar avrik. Mest av øllum tí, at hetta eisini er ein verkætlan, sum veruliga er framsíggin, tí hon er ment soleiðis, at fleiri vinnuaktørar og almennir bygningar lættliga kunnu knýta seg uppí skipanina.
Eisini landstyrismaðurin, Helgi Abrahamsen, segði, at hetta er ein verkætlan, sum avgjørt slóðar fyri einari góðari grønari umstilling, og takkaði Klaksvíkar kommunu fyri at ganga á odda á hesum økinum.
Tíðindaskriv frá Klaksvíkar kommunu
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald