Innanlands

– Ein nýggj lóg má hava verju av lív sum meginreglu

Vit eiga at fáa eina nýggja føroyska fosturtøkulóg, sum eins og núverandi lóg hevur verju av lív sum meginreglu, men tað er ikki nakað, samgongan hevur ætlanir um at broyta, segði landsstýrismaðurin í almannamálum í svari til fyrispurning hjá Ingilín Strøm

– Tá mannagongdir eru ógreiðar, kann mann enda við praksis, sum er uttanfyri lógina, og tað er har, eg síggi størsta trupulleikan, sigur Sólvit Nolsø, sum heldur, at málið í núverandi donsku lógini er ótíðarhóskandi (Savnsmynd)

– Tá mannagongdir eru ógreiðar, kann mann enda við praksis, sum er uttanfyri lógina, og tað er har, eg síggi størsta trupulleikan, sigur Sólvit Nolsø, sum heldur, at málið í núverandi donsku lógini er ótíðarhóskandi (Savnsmynd)

2022-09-07 17:09 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Vit skulu hava eina nýggja føroyska fosturtøkulóg, sum eins og núverandi lóg hevur verju av lív sum meginreglu.

Tað var niðurstøðan hjá landsstýrismanninum í almannamálum, Sólvit E. Nolsø, tá hann í tinginum í dag svaraði munnliga fyrispurninginum hjá Ingilín D. Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Ingilín Strøm vildi hava at vita, hvussu ein nýggj og nútíðarhóskandi fosturtøkulóg eigur at síggja út sambært landsstýrismanninum.

Hon vísti á, at lógin, sum nú er galdandi í Føroyum hevur væl yvir hálvthundrað ár á baki, og at talan er um eina forboðslóg við undantøkum, sum er ein hin strangasta í Evropa.

Núverandi fosturtøkulógin er ein donsk lóg frá 1956, og nú málsøkið er yvirtikið, heldur landsstýrismaðurin, at hetta eru viðurskifti, sum vit føroyingar eiga at skipa sjálvi.

Tað, sum hann kundi hugsað sær at broytt, sigur hann, er málið í lógini, sum hann ikki heldur vera hóskandi í dag. Eitt nú verður nevnt í lógini, at fosturtøka er loyvd, um fostrið er í vanda fyri at líða av "åndssvaghed" ella epilepsi.

Eisini vísir landsstýrismaðurin á, at har eru mannagondir, sum ivi verður sáddur um í dag.

Mann hoyrir ymiskt um, at tænastan mann fær, er ymisk, alt eftir hvønn lækna mann fer til, segði hann. Hvussu mannagongdin eigur at vera sambært honum, segði landsstýrismaðurin tó einki um, men hann legði dent á, at tænastan má vera javnbjóðis, og mannagongdin má tryggjast.

– Tá mannagongdir eru ógreiðar, kann mann enda við praksis, sum er uttanfyri lógina, og tað er har, eg síggi størsta trupulleikan, segði hann.

Sólvit Nolsø undirstrikaði tó eisini í svari sínum, at samgongan ikki hevur ætlanir um at broyta lógina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder