Tað var ein rørandi løta, tá familja og starvsfólk seinnapartin í dag savnaðust í Áarstovu í Havn fyri at minnast høvuðskokkin, Jógvan Steingrim Rasmussen, sum knappliga doyði av einum hjartatilburði í gjáramorgunin.
Deyðsboðini komu sum ein skelkur fyri øll, sum stóðu Jógvani nær – hann gjørdist einans 42 ára gamal.
Til minnisløtuna var Hanus í Gørðum, prestur, hjástaddur fyri at siga nøkur troystandi orð, og vegleiða starvsfelagar og hansara nærmastu um, hvussu sorgin kann raka og taklast, og boðskapurin var greiður: Tað er ongin skeivur ella rættur máti at syrgja. Øll skulu hava pláss fyri at syrgja á sín hátt.
Á minningarløtuni fingu familjulimir, starvsfelagar og vinfólk møguleika at siga nøkur orð um mannin, sum fylti óvanliga nógv við sínum fevnandi máta at vera uppá.
Jógvan vísti frá barnaárum av stóran áhuga fyri matgerð, og hann gjørdi henda áhuga til sítt lívsverk. Hæddarpunktið á lutfalsligu stuttu starvsleið hansara var meðan hann búði í Danmark, og fekk egna matstovu, Steingrims Kælder, í Haslev á Sælandi.
Matstovan fekk nógv rós fyri at borðreiða við dygdarmati. Men matstovan yvirlivdi ikki krepputíðirnar við fyrst korona og seinni krígnum í Ukraina, og matstovan fór tí á húsagang í august 2022.
Eftir hetta keypti Jógvan sær ein einvegis ferðaseðil við Norrønu heim til Føroyar, pakkaði øll síni ting í bilin og bankaði upp á í Áarstovu tá hann var komin til Havnar.
Lukkutíð fyri hann, stóð Áarstova júst og manglaði ein kokk. Jógvan varð settur í starv, og síðan hevur hann verið altfevnandi miðpunktið í hesi vælumtóktu matstovuni sum høvuðskokkur og ikki minst vertur.
Mangir eru teir gestirnir, ið hava verið tiknir væl ímóti av Jógvani, og eru ávirkaðir av hansara lætta lyndi og jaliga verumáta.
Jógvan var feinschmeck’ari, og himpraðist ikki við at brúka ostrur og foie gras í sínum rættum, nakað ið alsamt var meira at síggja á matkortinum hjá Áarstovu eftir at Jógvan tók við sum høvuðskokkur. Ja, hann gjørdi tað til ein sið hjá nógvum, at ganga fram við Áarstovu fyri at smakka ostrur og sjampanju á ólavsøku.
Langtíðarstoktur lambsbógvur hevur verið signaturrætturin, sum flest hava biðið um í Áarstovu síðan matstovan lat upp, men við Jógvani er alsamt størri áhugi vístur fyri havtaskusporlinum, sum var rætturin, sum Jógvan sjálvur var mest errin av av hava fingið á matarseðilin.
Eisini gekk hann óvanliga høgt upp í serligu tematiltøkini í Áarstovu. Tey afturvendandi vikuskiftini við bankatoski, sum Jógvan matgjørdi upp á nýggjar og spennandi mátar, og tað eru ikki gingnar meira enn tvær vikur síðani nógvir gestir í Áarstovu upplivdu harukjøt upp á nýggjar mátar.
Jógvan hevði sett sær fyri at prógva, at tað væl kundi gerast sera góður matur burtur úr harukjøti, og tað eydnaðist honum eisini at prógva.
Les eisini: Hara upp á fýra forkunnugar mátar
Eitt annað hæddarpunkt í kokkakarrieruni hjá Jógvani Rasmussen var, tá hann varð boðsendur at koma ein túr yvir til Grønlands fyri at gera matin tá kongur var á vitjan har.
Millum annað hetta kom fram á rørandi minnisløtuni á matstovuni Áarstovu seinnapartin. Áarstova fer nú at leita eftir nýggjum høvuðskokki. Matstovan hevur verið stongd eftir at deyðsboðini komu, men ætlanin er at lata upp aftur fyri gestum fríggjadagin.
Jógvan var sonur Jón og Valborg Rasmussen, sum eisini eiga synirnar Berg, ið er lærari, og Ragnar, sum eisini er kokkur.
Herundir nakrar myndir úr myndagoymsluni. Birgir Kruse hevur tikið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald