Innanlands

– Ein torfør uppgáva hjá bæði Strandferðsluni og Atlantic Airways

Strandferðslan kann ikki seta óavmarkaða almenna busskoyring inn á leiðirnar, sum koyra til og frá flogvøllinum, sigur landsstýrismaðurin í vinnumálum, sum tó nevnir fleiri møgulig stig, sum kunnu takast fyri at bøta um bussambandið.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-10-25 11:47 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Tað er ein torfør uppgáva hjá bæði Strandferðsluni og Atlantsflog at samskipa allar flogtíðirnar við almennu busskoyringina, samstundis sum atlit skulu takast til fráferður á øðrum bygdaleiðum og siglingina á oyggjaleiðum.

Tað sigur Jacob Vestergaard landsstýrismaður í vinnumálum í svari til ein § 52a fyrispurning frá Súsonnu Bertholdsen, løgtingskvinnu fyri Javnaðarflokkin.

Súsanna Bertholdsen hevur spurt hann, hvussu ferðaætlanir verða lagdar fyri at tryggja góðan samanhang millum bussar, ferjur og flogferðsluna, hvar landsstýrismaðurin metir, at tørvur er á at bøta um samskpanina, og hvørji stig hann ætlar at taka til eina meira miðvísa og brúkarvinarliga samskipan av ferðaætlanunum.

Jacob Vestergaard sigur, at hóast økta tørvin á flutningi til og frá Vága Floghavn kann Strandferðslan ikki seta óavmarkaða almenna busskoyring inn á leiðirnar, sum koyra til og frá flogvøllinum.

Fleiri møguleikar at bøta um bussambandið
– Strandferðslan skal hava fyrilit fyri fíggjarligu kørmunum hjá Bygdaleiðum, og við verandi ferðaseðlaprísum merkir hetta, at annaðhvørt má játtanin hækkast ella túratalið á øðrum leiðum skerjast, sigur hann.

– Ein annar møguleiki er at strika tunnilsgjøldini fyri almenna busskoyring, og nýta peningin til at betra busssambandið til og frá flogvøllinum.

Jacob Vestergaard nevnir eisini møguleikan at seta eina ítøkiliga flogvallarleið á stovn við beinleiðis samband millum flogvøllin og meginøkið, men hetta hevði kravt fleiri bussar og harvið eisini eina hægri játtan.

Túratalið økt seinastu árini
Í sambandi við øktu flogferðsluna um Vága Floghavn seinastu árini er talið á túrum á leið 350 millum Havnina, flogvøllin, Sørvág og Bø eisini økt um summarið fyri at styrkja bussambandið á leðini, sigur landsstýrismaðurin.

Í desember 2025 varð ferðaætlanin á leið 300 millum Havnina, flogvøllin og Sørvág eisini dagførd fyri at samskipa hana betur við fleiri aðrar leiðir, og samstundis varð royndarkoyring sett í verk í sambandi við nógvu jóla- og nýggjársferðunum um flogvøllin.

Ætlanin er at endurtaka royndarkoyringina um jólini í ár og til nýggjárs.

Hava gott samstarv
– Yvirskipað hevur Strandferðslan eitt gott samstarv við bæði Vága Floghavn og Atlantic Airways, sigur Jacob Vestergaard.

Hann greiðir frá, at Vága Floghavn og Strandferðslan síðan 2024 hava havt eina skipan, har Strandferðslan støðugt hevur atgongd til yvirlit yvir flogferðsluna. Hetta ger tað møguligt at samskipa bussambandið við flogferðsluna so væl sum gjørligt, men ferðaætlanirnar skulu eisini nøkta flutnignstørvin hjá øðrum ferðandi í økinum, eitt nú minámsskúalnæmingar og fólk, sum pendla til og frá arbeiði.

– Tí ber ikki til einans at tillaga ferðaætlanirnar eftir tørvinum hjá ferðandi um flogvøllin. Harumframt er tað avmarkað í hvønn mun, Strandferðslan kann laga fráferðir og komur hjá bussunum til seinkingar í flogferðsluni, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Flogferðslan til og úr Føroyum er í stóran mun tengd at flogferðsluni í størri floghavnum úti í heimi, og leggja flogfeløgini sínar komur og fráferðir um Vága Flofhavn eftir, hvussu ferðaætlanin hóskar til tørvin hjá ferðandi, sum flúgva víðari út í heim ella koma til Føroya úr øðrum londum.

Ferðaætlanin hjá bygdaleiðum er eisini løgd eftir vegleiðing frá Vága Floghavn og Atlantsflog um, nær ferðafólk eiga at møta á flogvøllinum undan fráferð, sigur landsstýrismaðurin.

Eitt nú í sambandi við nógv brúktu fráferðina hjá Atlantsflog til Keypmannahavnar klokkan 8.20 ber til at taka leið 300 úr Havn klokkan 5.40 og 6.45 gerandisdagar og klokkan 6.30 í vikuskiftinum, sigur landsstýrismaðurin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder