Nýsæland eigur at loysa frá bretska kongshúsinum og gerast eitt sjálvstøðugt lýðveldi, sigur nýsælandski forsætisráðharrin, Chris Hipkins, sum er farin til Bretlands fyri at luttaka í krúningini hjá bretska Charles kongi hesa vikuna.
Nýsæland er fyrrverandi bretskt hjáland, og formliga er Charles kongur framvegis statsyvirhøvur í landinum.
Men hóast nýsælendski forsætisráðharrin sigur seg taka undir við, at landið gerst eitt lýðveldi, er tað ikki nakað, hann sjálvur ætlar sær at arbeiða fyri, nú hann situr við valdið.
Hetta fer helst at henda einaferð í framtíðini, men tað er ikki nakað, sum hevur skund, sigur hann sambært ABC.
Í 2021 gjørdist Barbados, eitt annað fyrrverandi hjáland, sjálvstøðugt lýðveldi, og í fjør boðaði Jamaika frá, at tey høvdu líknandi ætlanir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald