Uttanlands

– Eingin er tryggur fyrr enn øll eru trygg

Tað at lond taka egin áhugamál framum onnur, tá tey royna at tryggja sær nóg mikið av koppingarevni móti korona, ger støðuna verri, sigur aðalstjórn hjá WHO

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO (Mynd: EPA)

2020-08-18 21:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lond, sum taka egin áhugamál framum onnur í royndini at tryggja sær nóg mikið av einum møguligum koppingarevni móti korona, gera støðuna við farsóttini verri.

Tað sigur Tedros Adhanom Ghebreyesus, aðalstjóri hjá Heimsheilsustovninum, WHO í dag.

Higartil hava ES, Stórabretland, Sveis, og USA gjørt avtalu við fyritøkur, sum eru í ferð við at menna eitt koppingarevni.

Men eingin er tryggur, fyrr enn øll eru trygg, sigur aðalstjórin í WHO sambært Reuters.

Hann hevur sent bræv til allar limir í WHO við áheitan til tey um at gerast partur av COVAX, eitt átak, sum skal tryggja eina rættvísa útbýting av koppingarevni móti korona tvørturum landamørk og samfelagsbólkar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder