Innanlands

– Eingin kostráðgevi knýttur at maga- og tarmdeildini á Landssjúkrahúsinum

Leygardagin skipar Colitis Crohn Føroyar Felagið fyri kunnandi tiltaki um alternativar viðgerðir fyri tarmsjúku – Tiltakið, sum er ókeypis, verður í Løkshøll í Runavík

Tiltak verður í Løkshøll leygdargin

Tiltak verður í Løkshøll leygdargin

2021-03-05 14:19 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Føroyar hava heimsmet í títtleika av tarmsjúkum, yvir 1.000 fólk í Føroyum hava tarmsjúku. Men hóast heimsmet er eingin kostráðgevi knýttur at maga- og tarmdeildini á Landssjúkrahúsinum. Í Føroyum fær man heilivág, og einki verður upplýst um annað, so sum rørslu og at broyta kostvanar.

Eftir áheitan frá mongum við tarmsjúku, sum ynskja at vita meira um alternativar viðgerðir, skipar Colitis Crohn Felagið fyri kunnandi tiltaki í Løkshøll í Runavík leygardagin 6. mars kl. 14.

Tiltakið er ókeypis, tó er avmarkað atgongd vegna korona, og tilmelding er neyðug. Ein kanst melda seg til á www.loksholl.fo.

Á tiltakinum fer Jóna Ólavsdóttir, sum m.a. er útbúgvin yogalærari og kostráðgevi, at greiða frá, hvørja ávirkan kostur og rørsla kunnu hava. Janus Joensen frá Faroe Dive greiður frá, hvussu trýstkamar ávirkar, og Dávid Kjeld greiðir frá sínum royndum við trýstkamari. Til seinast fer Gunnvá Wardum frá Statera at vísa akupunkturviðgerð.

[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder