Tað verður eingin vápnahvíld, áðrenn Hamas hevur leyslatið allar gíslar í Gaza, sum eru nærum 240 í tali.
Tað segði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu í røðu leygarkvøldið sambært DR.
Ísrael heldur fram við krígnum móti Hamas, og hevur Ísrael eitt endamál - at vinna, segði Netanyahu.
Eisini legði hann afturat, at Gaza verður avvápnað eftir kríggið, og at Ísrael fer at “halda fram at ansa eftir trygdini í økinum”. Hetta merkir, at ísraelski herurin skal hava loyvi at fara inn í Gaza, sigur hann.
Í vikuni segði Netanyahu soleiðis við amerikanska Fox News:
– Eg haldi tað er púra greitt, hvussu framtíðin hjá Gaza eigur at síggja út. Hamas skal vekk, vit noyðast at oyðileggja Hamas, ikki bert fyri okkara skyld men fyri øll. Fyri bæði palestinar og ísraelar.
Síðan kríggið byrjaði 7. oktober, hava fleiri enn 11.000 palestinar latið lív, harav tveir triðingar eru kvinnur og børn. Eisini eru 2.700 fólk saknað.
Í minsta lagi 1.200 fólk hava latið lív í Ísrael, meginparturin í Hamas-álopinum 7. oktober, og sambært ísraelskum myndugleikum hava 41 ísraelsk herfólk latið lív í Gaza. Eisini eru um 250.000 ísraelar noyddir at flýggja úr økjum nærindis Gaza og markið til Libanon, skrivar CBS News.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald