Uttanlands

– Einki bendir á, at fleiri fosturtøkur verða framdar

Fyri fyrstu ferð í 50 ár er avtala gjørd um at gera størri broytingar í donsku fosturtøkulógini, og hetta var uppá tíðina, sigur danski innlendis- og heilsumálaráðharrin

(Mynd: Ritzau)

(Mynd: Ritzau)

2024-05-04 14:42 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Semja er gjørd millum donsku stjórnina og fleiri aðrar flokkar - SF, Eindarlistin, Tey Radikalu, og Alternativið - um at hækka markið fyri fría fosturtøku úr 12. til 18. viku av viðgongutíðini, boðaði danska innlendis- og heilsumálaráðið frá í tíðindaskrivi í gjár.

Hetta er fyrstu ferð í 50 ár, at størri broyting verður gjørd í donsku fosturtøkulógini. Danmark fekk fría fosturtøku í 1973.

Sophie Løhde, innlendis- og heilsumálaráðharri, heldur tað vera uppá tíðina, at markið verður broytt.

– Heilsufakliga er einki grundarlag fyri núverandi markinum, og heldur ikki er nakað, sum bendir á, at munandi fleiri ella seinni fosturtøkur fara at verða framdar við at broyta markið, sigur hon sambært Ritzau.

Í september í fjør mælti ein meiriluti í Etiska Ráðnum í Danmark eisini til at broyta markið til 18 vikur. Níggju av 17 limum í ráðnum mæltu til at hækka markið.

Avtala er m.a. eisini gjørd um, at 15 - 17 ára gomul framyvir skulu sleppa at fáa fosturtøku uttan samtykki frá foreldrunum.

Lógaruppskot verður lagt fram seinni og skal eftir ætlan koma í gildi frá 1. juni 2025.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder